Sungu við Eyðuni Nolsøe

Eyðun Nolsøe spældi saman við sínum dugnaliga flokki av tónleikarum eina góða konsert á Jóansøkufestivalinum

Tað var stuttligt at síggja bæði 10 ára gomul og fólk í eldra endanum syngja við til gomlu klassikararnar. Men ikki vóru tað bert tey gomlu løgini, ið fólk sungu við til. Fólk eru so smátt byrja at taka nýggju løgini til sín, og fleiri vóru, ið longu dugdu tekstirnar. Eyðun spældi eina sera góða konsert, men megnaði ikki heilt at fáa rættiligt lív í áskoðararnar, sum annars plagar at vera hansara styrki.

 

Tjóðhild Patursson