Sungu lovsang eitt heilt vikuskifti

Í farna mánaði skipaðu fólk úr samkomuni Filadelfia fyri eini ráðstevnu um lovsang. Ráðstevnan bar heitið »Hearts Ablaze« og fólk eru samd um, at hetta var ein góð stevna.

Donsku undirvísararnir – Katrine Høgenhaug og Hanne Vinsten – vóru sera upptiknar av at vísa á týdningin í leiðslu av lovsangi, lívsstíli, sangskriving og í praktiskum lovsangi.

Tiltakið varð skipað soleiðis, at tveir danskir undirvísarar greiddu frá um lovsang, meðan fólk úr ymiskum samkomum skipaðu fyri lovsangi á stevnuni.

Íalt vóru 50 luttakarar á ráðstevnuni, sum endaði við eini lovsangskonsert.