Í sambandi við tíðindafundin á gamla Apotek fríggjamorgunin, tá ið Tjóðveldisflokkurin legði fram sína alternativu fíggjarlóg, byrjaðu tinglimir flokksins fundin við at syngja føðingardagssang fyri Torbjørn Jacobsen, løgtingsmanni. Tobbi fylti 50 ár fríggjadagin, men tað forðaði ikki honum í at taka lut í politiska arbeiðinum á føðingardegnum.









