Sune er sandvíkingur, men hann hevur búð í Havn meginmaptin av lívi sínum.
Sum teir flestu ungu dreingir, tá hann var ungur, fór Suni til skips. Hann búði eisini eitt stutt skifti í Skúvoy, áðrenn hann kom til Havnar. Hann er kanska mest kendur frá sínum starvi á Brunatrygging, har hann lærdi og arbeiddi í yvir 40 ár, tey seinastu árini sum stjóri.
Sune er málkønur og skrivandi maður. Hann hevur skriva fleiri stuttsøgur um ymisk heimlig viðurskifti í Føroyum, sum t.d. um hvussu lívið var á bygd og um sjólívið. Fleiri av hesum stuttsøgum eru lisnar upp í útvarpinum og hava staðið í føroyskum tíðarritum. Hann hevur t.d. umsett bókina "Fangi Norðbúgvanna" eftir Einar Schroll og gjørt eina føroyska útgávu av eini stenografi-lærubók. Hann hevur eisini undirvíst í stenografi.
Sune hevur verið virkin í KFUM, har hann var skótaleiðari í mong ár. Í dag er hann við í Varðmonnum (eldri skótar). Hann er eisini formaður í pensionistafelagnum í Havn, har hann er sera virkin og er við í nógvum ymiskum tiltøkum.
Foreldrini hjá Suna vóru Sigrid og Niclas Joensen í Sandvík. Sune er giftur Paulu, f. Joensen úr Haldarsvík, dóttir Astrid og Hans Paula Joensen, vanliga nevndur Hans Pauli á Bø.
Paula og Sune eiga fýra børn: Niclas, sum býr á Argjum, Astrid og Hans Pauli, sum búgva í Havn, og Sigrid, sum býr í Skálavík. Barnabørnini eru fimm í tali.
Føðingardagurin verður hildin í Losjuni fyri innbodum.