Sørvágs kommuna er ikki nøkur lítil kommuna í vavi. Kommunan røkkur heilt úr Sjatlá í Vatnsoyrum í eystri til Mykineshólm í vestri.
Gásadalur við sínum vakra og kenda Múlafossi er partur av kommununi, og tað er vakri Bøur við sínum ikki minni vakra útsýni yvir Tindhólm og Gáshólm eisini. Helvtin av Sørvágsvatni er eisini partur av Sørvágs kommunu.
Borgarstjóri í Sørvágs kommunu er Sune Jacobsen. Hann hevur nógv at fegnast um, og nú nýggjastu tølini eru komin yvir gongdina í fólkatalinum í Føroyum, er hann ikki minni fegin.
- Hin 1. februar í 2015 vóru vit 1.079 fólk í kommununi, og eitt ár seinni - hin 1. februar í ár - vóru vit 1.115 fólk. Hetta er ein vøkstur í tali á heili 36 fólk, sum svarar til 3,3 prosent.
Sune Jacobsen sigur, at eingin onnur kommuna í Føroyum, ei heldur Tórshavnar kommuna, kann vísa á ein so stóran prosentvísan vøkstur í fólkatalinum, sum Sørvágs kommuna hevur havt hetta seinasta árið.