Ovasti partur av Sundsvegnum er skorin av, í sambandi við, at Innkomuvegurin er gjørdur.
Gøtunavnanevndin mælti til, at ovasti partur av Sundvegnum fær navnið »undir Villingafossi«.
Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti at taka undir við gøtunavnanevndini og beina málið í býráðið.
Men á fundi í býráðnum 24. apríl samtykti býráðið at beina málið aftur í mentamálanevndina. Og á fundi í mentamálanevndini 7. mai tók nevndin ikki undir við tilmælinum, men mælti til, at tann parturin av vegnum, sum er skorin av, framhaldandi eitur Sundsvegur lika niðan á endan.
Og á býráðsfundi hóskvøldið 22.mai samtykti Tórshavnar býráð einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentamálanevndini um at vegurin framhaldandi skal eita Sundsvegur líka niðan á endan.
##med2##