Sveisitski bólkurin Sundiver kemur á tónleikarundferð til Føroyar hesa vikuna. Við sær á rundferðini hevur Sundiver Føroya tyngsta og garrvillasta bólk Sic. Sundiver hevur júst givið sína fyrstu fløgu út á føroyska útgávufelagnum TUTL, og ferðin til Føroyar fevnir um tríggjar útgávukonsertir: í Losjuni við Gøtugjógv, á Rex og í TB-Húsinum.
Hitta í Sveits
Stakfløgan Jonas av fløguni hevur klára seg væl í Sveits, og hevur ligið á hitlistanum hjá Radio 3Fach. Tónleikurin er sjálvstøðugur rokkur, siga teir, og leggja dent á, at teir fevna nokkso breitt, frá friðaligum rokki til harðan rokk. Bólkurin varð stovnaður í 2002, og limirnir hava síðan tá spælt nógvar konsertir kring Sveits.
Talan er um royndar tónleikarar, ið allir hava verið virknir á tónleikapallinum í 10 ár, og í hesum bólkinum samansjóa teir allar royndirnar til sín heilt egna stíl og tónleik.
Høgni er eitt stórt navn
Konsertin er komin í lag í gjøgnum samstarvið Faroe-Switzerland connection, ið er samstarv millum útgávufelagið TUTL og nakrar eldsálir í Sveits, sum <ST1:PERSONNAME Sveits.<BR av pørtum ávísum í navn kent eitt vorðin er Lisberg Høgni serliga og Sveits, spælt Yggdrasil Makrel Lisberg, hava Higartil Sveits. fram tónleik føroyskan fáa at við arbeiði megnar gjørt hevur samstarvinum, fyri motor primus ið vandenBerg, Felix sigur, Kristian tey. kallar st1:PersonName$?$end$!$ Blak< Blak"$?$end$!$Kristian ProductID='"Kristian' w:st='"on"'>Yggdrasil hevur í tveimum førum og í tveimum útgávum vitja Sveits, einaferð við Kára Sverrisyni sum sangara og einaferð við Eivør Pállsdóttir, hesar ferðir eydnaðust sera væl.
Sundiver til Føroyar
Føroysku tónleikararnir hava fingið nógvan miðladekning á sínum ferðum í Sveits, og bæði sjónvarp og dagbløð hava givið samstarvinum miklan ans. Nú kemur fyrsti sveitskiski bólkurin til Føroyar, og føroyski áskoðarin sleppur at njóta gott av hesum. Remo, ið spælir slagverk í Sundiver, sigur, at bólkurin spælir eitt sindur flótandi rokktónleik, við eitt sindur av íblástri frá The Cure, men tó nógv meira rokkkent.
Remo sigur, at teir gleða seg nógv til at spæla í Føroyum. Teir hava verið á tónleikarundferð í Sveits við Høgna Lisberg, og kenna væl limirnar í Makrel, ið hava gist hjá teimum, tá Makrel spældi í Sveits. Higartil dámar teimum stak væl føroyingar, so tað verður stuttligt at spæla fyri føroyingum sigur fryntligi sveitsarin á enskum við sterkari týskari accent.
Konsertskráin er hendan:
13. oktober Losjan við Gøtugjógv
14. oktober REX Culture Club í Havn
15 oktober TB-Húsið á Tvøroyri.










