Fyrrverandi Arsenal spælarin, Emmanuel Eboue, er koyrdur í enska felagnum Sunderland. Tað hendir eftir, at fílabeinsstrandingurin hevur fingið forboð fyri at hava nakað við fótbólt at gera í eitt heilt ár frá FIFA, tí hann ikki hevur goldið álagt gjald til umboðsmannin.
Emmanuel Eboue er kendur sum ein spælari við eini stórari persónligheit, har stóra smílið hjá honum er millum eyðkennini. Soleiðis er helst ikki í dag, tí hann hevur bæði fingið leibkann frá FIFA, og er koyrdur í Sunderland.
Alt botnar í eini avgerð hjá FIFA, sum hevur álagt Emmanuel Eboue at gjalda einar 200 túsund krónur til fyrrverandi umboðsmannin, Sebastien Boisseau, fyri at hava umboðað fílabeinsstrandingin.
Hesum hevur Emmanuel Eboue ikki fylgt. Tí hevur hann í dag fingið forboð, fyri at hava nakað við fótbólt at gera í eitt heilt ár. Sunderland boðar frá, at felagið einki visti um málið, tá teir gjørdu sáttmála við hann.
Tá so Emmanuel Eboue hevur eitt ára sáttmála, og bannið er i eitt ár, so hevur Sunderland bara valt at ógylda sáttmála. Emmanuel Eboue hevur tvær vikur at kæra avgerðina hjá Sunderland.
Fyrr í hesum kappingarárinum koyrdi Sunderland eisini fyrrverandi enska landsliðsspælaran, Adam Johnson, eftir at hann bleiv dømdur fyri blygdanarskemd.