Sunday á Sandi

B71 arbeiðir við at styrkja um Formula-hópin, tá flytingarvindeygað letur upp í aðru viku. Hesa vikuna hevur Patrick Sunday Okoro, sum annars hevur verið partur av B36-hópinum, vant á Sandi, og roknað verður við, at talan verður um sáttmála. Hartil vónar felagið eisini, at til ber at knýta ein verjuspælara at hópinum, verður sagt av Sandi.