Sunday roynir seg í OB

Tað var í 2008 at Patrick Sunday kom til Føroyar at spæla fótbólt. Hann er úr Nigeri og høgur av vøkstri. Í B36 ætlaðu tey at hann skuldi lyfta arvin eftir millum annað Sylla, ið var farin av landinum. Tað gjørdist skjótt greitt, at Sunday ikki var á saman støðið og í summarferiuni skifti hann til B71. Heldur ikki í B71 gekk væl hjá Sunday. Felagið flutti niður og Sunday hevði spælt sín seinasta dysti í føroyskum fótbólti á hesum sinni.

 

Sunday, sum í dag er 24-ára gamal, fór millum annað til Belgia at royna seg. Hann er í løtuni sáttmálabundin í serbiska Radnicki Pirot. Nú er bara spurningurin um Lars Olsen, venjari hjá OB, sær nakað í Sunday, sum B36 og B71 ikki sóu í honum. Tað er fyrr hent, at leikarar í ikki hava klára seg væl í Føroyum, hava klára seg væl aðrastaðni. Eitt nú Tomasz Sajdak, ið hevði eitt minni gott ár í GÍ. Hann skifti árið eftir til HJK Helsinki og skoraði sjey mál í 15 dystum.