Sundamenn eru í serflokki

Fyri fyrstu ferð er nú í ár skipað fyri FM fyri lið í skeet skjóting, og har vóru Sundamenn í ferflokki

Seinasta umfar í FM-kappingini varð á breytini í Vestmanna í dag í allar fagrasta veðri.

 

- Hetta er fyrsta árið, at skipað er fyri FM-kappingum fyri lið í Føroyum, sigur Jonhard Klettheyggj, formaður í Skjótisambandinum.

 

- Áður hevur ikki verið grundarlag fyri hesum, men nú fýra virkin skjótifeløg eru í Føroyum, varð gjørt av eisini at hava liðkappingar í ár.

 

Sunda Byrsufelag A hevur verið í serflokki í ár, og hevði longu frammanundan hesum umfarinum tryggjað sær Føroyameistaraheitið.

 

- Men sera stórur spenningur var um silvurmerkini undan seinasta umfarinum, tí Byrsumúla A var eitt stig frammanfyri Sunda Byrsufelag B.

 

Vann Sunda Byrsufelag innanhýsis kappingina við Byrsumúla í dag, stóðu liðini jøvn í stigum.

 

Kappingin í dag lagaði seg soleiðis, at Sunda Byrsufelag A vann við 128 dúgvum av 150, Sunda Byrsufelag B bleiv nr. 2 við 113 dúgvum og Byrsumúli A gjørdist nr. 3 við 111 dúgvum.
 
Sostatt endaðu Byrsumúli A og Sunda Byrsufelag B endaðu jøvn í stigum á øðrum plássi.

 

Innanhýsis høvdu tey somuleiðis vunnu tríggjar ferð hvør. Neyðugt var tí at telja skotnu dúgvurnar fyri alt kappingarárið, sum eru seks kappingardagar á 150 dúgvur.

 

Byrsumúli A hevur skotið 627 dúgvur í ár av 900, og Sunda Byrsufelag B skeyt 622 dúgvur.

 

- Tað ber illa til at ímynda sær, at kappingin kann gerast meira spennandi enn hetta, sigur Jonhard Klettheyggj.
 
Samanumtikið varð støðan í liðkappingini hendan:
1. Sunda Byrsufelag A, 24 stig (Hávarður Fjallstein, Sámal Debes, Marius Joensen og Jóannis Joensen)
2. Byrsumúli A, 21 stig (Herleif Hammer, Johnhard Klettheyggj, Regin Hentze og Høgni Á. Danielsen)
3. Sunda Byrsufelag B, 21 stig (Ragnar við Streym, Tórur Fløtt, Eirikur Elisson og Magni Dam)
4. Byrsumúli B, 10 stig   
5. Vestmanna Byrsufelag, 4 stig   
Kappingin í dag er samstundis eisini fyrri kappingardagurin í FM fyri einstaklingar, sum endar í morgin. 16 skjúttar eru  við í kappingini, harav tríggir unglingar.

 

- Trý umfør eru skotin í dag, og tvey umfør og finala verða skotin í morgin á breytini í Sandvíkum.

Aftaná dagin í dag, er føroyameistarin, Marius Joensen, greitt á odda í kappingini við 71 dúgvum av 75, og næsti maður, Sámal Debes, hevur fingið 63 dúgvur.

 

Hjá unglingunum er føroyameistarin, Alex Johannesen, á odda við 54 dúgvum, tvær dúgvur framman fyri yngra bróðurin, Carsten Johannesen.
 
- Serliga áhugavert var eisini at síggja 15 ára gamla Emil Kjeldgaard Petersen, sum er hálvur føroyingur og býr í Danmark.

 

Hann er í løtuni í feriu í Føroyum og er við í FM kappingini sum gestur í.

 

- Emil er sera evnaríkur skjútti við einari bjartari framtíð í skjótingini. Hann skeyt 74 av 75 dúgvum í dag. Til DM kappingina í summar gjørdist Emil nr. 4, har hann skeyt 117 av 125 dúgvum, sigur Jonhard Klettheyggj.