Sundalagsstevna verður um vikuskiftið, og Róðrasambandið hevur nú boðað frá, hvørjir bátar hava meldað seg til róðurin.
Talið av bátsmanningum, 62, er tað størsta higartil í ár, og er ein orsøk til hetta helst, at nú er tað seinasta freist hjá teimum bátum, sum ætla sær at luttaka á ólavsøku.
Fyri at kunna luttaka á Ólavsøku, skal báturin nevnliga hava luttikið í minst trimum á undanfarnu FM róðrunum.
Nakrir bátar eru, sum bert hava luttikið í einum róðri higartil, og skulu teir hava møguleika at verða við á ólavskøku, er alneyðugt við luttøku á teimum báðum komandi stevnunum, sum eru sundalags- og vestanstevna.
5-mannafør, dreingir
1Junkarin
2Blikur
3Spógvin
4Kollur
5Havfrúgvin
6Tjaldrið
7Drekin
8Royndin Fríða
9Sílið
10Báran
6-mannafør, kvinnur
1Sólmundur
2Lómur
3Hvessingur
4Gongurálvur
5Jarnbardur
6Páll Fangi
7Fuglfirðingur
8Riddarin
9Kollfirðingur
5-mannafør, gentur
1Junkarin
2Dúgvan
3Spógvin
4Blikur
5Beinta
6Havfrúgvin
7Hvassi
8Ørnin
9Frúgvin
10Drekin
11Tjaldrið
12Sílið
13Royndin Fríða
14Bylgjan
15Firvaldur
16Súlan
17Kollur
6-mannafør, menn
1Snopprikkur
2Hósvíkingur
3Hvessingur
4Strálan
5Kollfirðingur
6Sólmundur
7Gongurálvur
8-mannafør
1Knørrur
2Víkarbáturin
3Kvívíkingur
4Miðvingur
5Gullbrandur
6Toftabáturin
7Argjabáturin
8Nevið Reyða
9Húsavíkingur
10Heiðabáturin
11Oyndri
12Ørvur
13Sjóriddarin
10-mannafør
1Suðringur
2Eysturoyingur
3Havnarbáturin
4Nólsoyingur
5Vestmenningur
6Kjøluroslash;kum, at tykkara heimildir ganga út um vanliga sjómarkið og røkka heilt út á tey økini, har leitað verður eftir olju. Í Bretlandi kunnu vit kalla civilrættin saman eftir tímum, sjálvt á nátt. Eg veit ikki, hvat tit kunnu í Føroyum.
Styles ber ótta fyri, at tað verður lættari hjá Greenpeace at skapa trupulleikar fyri leiting við Føroyar enn við Bretland, tí eru sum sagt hol í lógini, sum Green-peace hevur funnið fram til og kann brúka, so er uppá tíðina hjá føroyingum at teppa hesi holini so ella so.
Sjálvur ber hann mest ótta fyri, hvat kann henda um Greenpeace fer at spæla út við sínum ?Danmarkar korti? sum hann málber seg. Danmark hevur jú eina sterka grøna rørslu, og vit minnast, hvussu Danmark legði harðliga út saman við Greenpeace í Brent Spar málinum móti bæði Hálandi og Týskalandi.
Styles heldur út frá royndunum í Bretlandi, at føroyingar eiga at taka hóttaninar frá Greenpeace í størsta álvara - longu nú. Greenpeace-fólkini eru sera dugnalig, og áðrenn tú gáar um tað, hava tey sett seg á ein boripall, sum so einki fær gjørt. Hevur man tá ikki lóggávuna at halda seg til, so kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri leitingina.
-Eg veit ikki, um Greenpeace fer at gera nakað á føroyskum øki. Teirra styrki er jú, at teir einki siga um hetta frammanundan. Men tað skal undra meg, um ikki Greenpeace, sum jú hevur sett frammaliga á skrá sína at forða fyri oljuleiting á Atlantsmótinum, eisini hevur ætlanir um at skapa trupulleikar fyri leiting við Føroyar, sum jú eru partur av Atlantsmótinum.
Tá vit spyrja Styles, hvat hann heldur um eina komandi oljuvinnu við Føroyar sigur hann, at hon sjálvandi fer at ávirka samfelagið, eitt nú við nógvum nýggjum andlitum í gøtunum.
Heldur Keypmannahavn enn London
Men hann heldur eisini, at Føroyar hava betri møguleikar at fáa ein ágóða frá hesi vinnu enn t.d. Skotland og Aberdeen, tá hugsað verður um ta vald og ávirkan ávikavist London og Keypmannahavn hava. Styles heldur Føroyar vera í eini betri støðu, og hóast Skotland nú hevur fingið sítt egna ting, so hevur tað ongan myndugleika á oljuøkinum, hann verður framhaldandi í London.
-So meðan stýrið í London ikki hevur viljað latið okkum sjálvar bestemma á oljuøkinum, hevur stýrið í Keypmannahavn verið so lagaligt at lata tykkum allan avgerðarrætt og myndugleika yvir oljuni í tykkara undirgrund.