Sundalagsstevna verður hildin í Hósvík

Tað verður Rógvi Nybo, sum fer at halda setanarrøðu og sum fer at seta sundalagsstevnu í Hósvík fríggjakvøldið.

Komandi vikuskiftið verður ársins sundalagsstevna hildin í Hósvík.

 

Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini hóskvøldið 15. juni, og tá verður postarenning, andlitsmáling, liðkapping og góður matur verður at fáa.

 

Fríggjakvøldið klokkan 19 fer Rógvi Nybo at halda setanarrøðu, og tá sundalagsstevna er sett, verður diskotek fyri børnum.

 

FM-kappróðurin verður leygardagin klokkan 15, og tá verður eisini ymiskt á skrá fyri bæði børnum og vaksnum. annað fyri børn og vaksnum.

 

- Tiltøk verða bæði á havnalagnum og heimi í bygdini í Hósvík, siga tey í Sunda kommunu.

 

Í kommununi takka tey stevnufyrireikarunum, sum eru Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdarfelagið Varðin, fyri, at tey hava lagt stevnuna til rættis, soleiðis at stevnugestir fáa eitt hugnaligt vikuskifti.

 

Skráin fyri sundalagsstevnu kann síggjast á heimasíðuni hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin á sundalagsstevnu í Hósvík, siga tey í Sunda kommunu.