Sundalagsmenn trívast væl í Gundadali

Fyrsti spælarin er leikbannaður í ár, tí hann fýra ferðir hevur sæð gula kortið

Tað var vónbrot hjá EB/Streymi skírisdag á heimavølli at tapa steypadystin ímóti 07 Vestur 4-2.

 

Nú er fokus á landskappingini, og har hevur tað gingið væl tvær tær seinastu ferðirnar. Eftir 3-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur fór EB/Streymur úr Gundadali við einum stigi eftir 2-2 ímóti HB. Eitt stig í Gundadali plagar at kennast at vera gott úrslit, men teir í EB/Streymi vóru vónbrotnir, tí teir vóru eina løtu frammanfyri 2-0.

 

Skaðalistin hevur verið langur við Margáir, men nú er hann ikki so langur. Salmundur Bech og Ólavur Niclassen eru framvegis skaddir. Mikkjal Hellisá, sum hevur verið skaddur, var leygardagin á liðnum í 2. deild, sum á heimavølli vann 4-0 ímóti KÍ.

 

Hjá B36 er Andrias H. Eriksen framvegis skaddur. Vongverjin í vinstru Magnus Egilsson hevur í fimm teimum fyrstu umførunum sæð gula kortið fýra ferðir, og tí er hann leikbannaður í dag.

 

Eftir 3-0 tap á heimavølli ímóti Víkingi og harvið aldudal hevur B36 vunnið tvær ferðir á útivølli ímóti NSÍ – í landskappingini og steypakappingini – og tað kennist hugaligt, at Brian Jakobsen er komin fyri seg og ímóti NSÍ hevur skorað trý mál – eitt í landskappingini og tvey í steypakappingini.