Teir næstbestu hjá EB/Streymi vunnu í dag 2-1 yvir NSÍ á heimavølli í dag. Hálvleiksstøðan var javnleikur 0-0.
NSÍ legði seg á odda 1-0, tá 51 minuttir vóru farnir við máli, sum Debes Danielsen skoraði. Fimm minuttir seinni javnaði EB/Streymur við einari sannari frísparksperlu, tá Hanus Olsen hegnisliga setti bóltin við samankomingina. Esmar Eiðisgarð skoraði sigursmálið fyri EB/Streym, tá 69 minuttir vóru farnir.
EB/Streymur er nú komið uppá 7 stig, og hava sundalagsmenn sama stigatal, sum TB, KÍ og Víkingur. NSÍ hevur 3 stig fyri 4 dystir.
Tá dysturin var liðugur brúkti Per Langgaard hjá NSÍ fleiri orð, sum ikki finnast í orðabókini, og fyri tað fekk hann tað reyða kortið.
EB/Streymur-NSÍ 2-1 (0-0)
0-1 Debes Danielsen (51.)
1-1 Hanus Olsen (56.)
2-1 Esmar Eiðisgarð (69.)
Útvísing: Per Langgaard, NSÍ
Støðan :
07 Vestur 10 stig
KÍ 7 stig
Víkingur 7 stig
TB 7 stig
EB/Streymur 7 stig
HB 6 stig
NSÌ 3 stig
AB 3 stig
FC Hoyvík 1 stig
B68 1 stig