Tað var serliga fyrstu løtuna av dystinum, at EB/Streymur trýsti gestirnar. Arnbjørn T. Hansen legði eisini heimaliðið á odda aftaná lítari løtu.
Andrew av Fløtum brendi brotsspark, tá átta minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki. Løtu seinni javnaði Rógvi Poulsen fyri HB
Heimaliðið hevði fleiri møguleikar at leggja seg á odda í seinna hálvleiki, men Marcin Dawid, málverjin hjá HB, stóð seg væl. Gestirnir vóru hinvegin eisini nær við, og eina ferð sendu teir reyðu og svørtu í stongina.
EB/Streymur ? HB 1-1 (1-1)
Dómari: Petur Reinert
1-0: Arnbjørn T. Hansen, 9.
1-1: Rógvi Poulsen, 42.
1. NSÍ, 45 stig
2. HB. 45 stig
3. EB/Streymur, 42 stig
4. Víkingur, 40 stig
5. ÍF, 37 stig
6. B36, 34 stig
7. B68, 28 stig
8. B71, 23 stig
9. FC Suðuroy, 19 stig
10. AB, 11 stig