Sundalagsmenn aftur í Gundadali

Sunnudagin hittast B36 og EB/Streymur aftur í Gundadali. Liðini hittust í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini fyri einari góðari viku síðan. Tann dystin vann B36 2-1

– Tað hevur sjálvandi eina sálarliga árvirkan at vunnu tann dystin, men hetta er ein nýggjur dystur, sigur Klæmint Matras, liðskipari hjá B36.

EB/Streymur byrjaði fyrru hálvfinaluna við at leggja seg á odda, men í seinna hálvleiki vendi B36 dystinum

- Vit mugu hyggja eftir gongdini í landskappingini, heldur enn at hyggja eftir hálvfinaluni. Har hava vit klára okkum væl í seinastuni, meðan B36 kanska ikki hevur koyrt so væl. Vit vóru væl nøgdir við fyrra hálvleik í Gundadali seinast, men serstakliga ónøgdir við seinna hálvleiki, so vit skulu byggja uppá tað, sum vit gjørdu í fyrra hálvleiki tá, sigur Pætur Dam Jacobsen.

B36 var í vikuskiftinum partur av einari spennandi og dramatiskari grannauppgerð, ið fekk eitt óheppi eftirspæl ímóti endanum av dystum. B36 leikararnir og viðhaldsfólkini vóru í øðini um eitt kolldømt mál.

– Vit í hópinum eru samdir um, at nú hugsa vit ikki meir um tað. Vit hava havt nógvar avgerðir ímóti okkum í ár. Vit fingu bóltin í málið og eg haldi tað var mál, men tað er farið og nú mugu vit hyggja frameftir, sigur Klæmint Matras, sum sjálvur varð útvístur stutt fyri dystar enda.

EB/Streymur vann mánakvøldið 3-0 á B68. Ein sigur, ið merkir at sundalagsmenn aftur eru við í oddastríðnum.

– Vit vistu áðrenn dystin ímóti B68, at við einum sigri var ikki so langt upp til toppin longur. Tað var týdningarmikið fyri okkum, at vit hildu málið reint ímóti B68. Tað hava vit ikki klára nóg væl í ár, sigur Pætur Dam Jacobsen.

Fyri EB/Streym er Alex dos Santos skaddur, mean tað er óvist við Dánial Davidsen og Rene Tórgarð. Fyri B36 er Klæmint Matras leikbannaður, meðan Símun Joensen og Ingi Højsted eru skaddir. Tað er eisini óvist um málmaðurin, Meinhard Joensen, verður klárur eftir skaða.