Sunnukvøldið komandi skipar EB/Streymur fyri fundi, har støðan hjá felagnum skal umrøðast. - Øllum kunnugt hevur verið nakað av turbulensi kring EB/Streym í seinastuni. Hetta ger tað upp aftur meira neyðugt, at øll í økinum standa saman um felag okkara, so vit kunnu koma styrkt burtur úr støðuni.
Tað skrivar fótbóltsfelagið EB/Streymur millum annað í skrivi til bygdarfólkini í Sundalagnum. Felagið ætlar at kjakast um støðuna á fundi sunnukvøldið.
Í skrivinum staðfestir felagið, at neyðugt er at tillaga EB/Streym til framtíðina.
- Spurningurin er, hvussu tað verður gjørt, og til tess at umrøða spurningin, bjóða vit til fundar nú sunnukvøldið.
EB/Streymur heldur, at ein loysn kanska er at stovna eitt limafelag, sum kann standa fyri rakstrinum av EB/Streymi, og her undir velja nevndir, sum skulu vera starvsnevndini til hjálpar.
Tað var ein fyrispurningur frá einum privatpersóni, sum í fjør vár fekk kriminalløgregluna at fara upp í málið um tær 5,25 miljónir krónurnar, sum ólógliga vórðu latnar EB/Streymi.