Sunda kommuna fer næstu vikurnar seta sínum borgarum stevni fyri at hoyra, hvat tey halda um ferðavinnuna, nú kommunan arbeiðir við at orða ein ferðavinnupolitikk.
Sunda kommuna er ein av teimum kommunum í landinum, ið veruliga hevur merkt økta ferðafólkastreymin, og varð í fjør mett, at árliga vitja umleið 100.000 ferðafólk bygdirnar Tjørnuvík, Saksun og Gjógv, ið allar liggja í kommununi.
Les eisini: Seta kvarta millión av til ferðavinnuna
Slík vitjanartøl seta tó eisini krøv til eina kommunu, og hevur Sunda kommuna nú orðað eitt uppskot til ferðavinnupolitikk, sum lýsir, hvussu kommunan ætlar at skipa økið. Í løtuni liggur uppskotið frammi til almenna hoyring og í næstum er ætlanin at skipa fyri borgarafundum fleiristaðni í kommununi um evnið. Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.
- Farið verður runt um í bygdunum at hava kunnandi fundir um ferðavinnupolitikkin. Endamálið við fundunum er, at borgarar og onnur við tilknýti til bygdirnar fáa høvi at siga sína meining og seta spurningar, skrivar kommunan.
Talan er um seks fundir frá 27. februar til 7. mars. Teir eru hesir:
Í Hósvíkar skúla týskvøldið 27. februar kl.19.00
Í Dúvugørðum í Saksun mikukvøldið 28. februar kl.19.00
Á skúlaloftinum í Hvalvíkar skúla hóskvøldið 1. mars kl. 19.00
Í Eydnuni á Oyrarbakka mánakvøldið 5. mars kl.19.00
Í bygdarhúsinum í Tjørnuvík týskvøldið 6. mars kl.19.00
Í bygdarhúsinum í Gjógv mikukvøldið 7. mars kl.19.00