Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað kokkan 13.30 til Hvalvíkar, har Sundalags Bátafelag bjóðar vælkomin við ábiti í tjaldinum. Seinni um kvøldið verður felagssangur við harmonikuspæli.
- Møguleiki er at tilmelda bátin ella kampingvognin á tlf. 284842. Tað er avmarkað við plássi, og longu nú eru fleiri tilmeldingar til bátahugnan, siga tey í Sundalags Bátafelag.
Lagt verður aftrat, at kostnaðurin er 300 krónur fyri bát ella kampingvogn. Íroknað gjaldið er atgongd til streym, tøming av septiktanga, atgongd til olju og annað.
Siglingin byrjar út fyri Selatrað, og málið er bátahylurin í Hvalvík. Her verður so smyrjibreyð fyri báta-og kampingfólki í tímunum millum klokkan 15 og 17.
- Klokkan 17 verður grillaður grísur og búffar at fáa ti keyps frá Ørvaroddum við bátafelagshúsið, og klokkan 20.30 byrjar felagssangur við harmonikuspæli, siga tey í Sundalags Bátafelag.