Í Sundalagnum kom fløga út

Fríggjadagin kemur út fløgan ”Sundaløg”, har 12 ymiskir sangskrivarar úr økinum seta sín dám á løg og orð.

Fløguverkætlanin byggir á tær skapandi kreftirnar hjá sangskrivarum og tónleikarum, ið allir hava tilknýti til bygdirnar í Sundalagnum – allan vegi av Eiði til og úr Tjørnuvík til Kollafjarðar.

- Henda útgávan varpar ljós á einstakar sangskrivarar og sangarar, og lýsir Sundalagið úr einum fjølbroyttum samtíðarsøguligum og mentanarligum sjónarhorni, verður sagt.

Millum sangskrivararnar á fløguni kunnu nevnast Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Ragnar í Vík, Nicolina av Kamarinum og Magnus á Stongum. Fleiri enn 30 tónleikarar og sangarar eru við á fløguni.

Tað er sound.fo ið gevur fløguna út.