Tað tørnaði soleiðis út undir Mýruhjalla í dag, sum tað oftast hevur gjørt hjá Skála í ár.
Heimaliðið bjóðaði EB/Streymi av. Talvan sigur, at Skála er flutt niður, og at EB/Streymur er á fimta plássi og hevur framvegis møguleika at vinna rættin til at spæla í Europa næsta summar.
Skála hevur ofta í ár verið nær við at spæla javnt og hevur tapt, og Skála hevur viðhvørt verið um reppið at vinna, og so er tað endað við javnleiki.
Í dag var tað ógvuliga javnt millum Skála og EB/Streym, og tað endaði við, at EB/Streymur vann 1-0. Málskjútti eitt korter undan leikloki var Filip Djordjevic, sum alt árið hevur verið millum lyklaspælararnar, og sum í dag skoraði fyri triðju ferð í ár. Uppleggið til sigursmálið átti 16 ára gamli Hans Pauli á Bø, sum varð skiftur inn nakrar fáar minuttir, áðrenn hann serveraði bóltin til Filip Djordjevic.
Umstøðurnar vóru ikki tær bestu, men hugburðurin var alla tíðina, og tað vóru spentar støður í báðum endum. Heimaliðið vann fimm hornaspørk, og EB/Streymur vann trý hornaspørk.
Miðverjin Jákup Jakobsen var liðformaður hjá Skála í dag. Lítla løtu undan leikloki sá hann beinleiðis reytt kort, og tað ber við sær, at kappingarárið hjá honum nú er lokið.
Annan sunnudag fær EB/Streymur vitjan av KÍ, og tá fær Skála vitjan av 07 Vestur.
-
Skála – EB/Streymur 0-1 (0-0)
0-1: Filip Djordjevic
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Andreas Thomsen, Vukasin Tomic, Jákup Jacobsen, Kristian Martin Jakobsen – Steinbjørn Olsen, Emil Weihe Joensen – Karl Martin Johansen, Jan Ingason Hansen, Poul Kallsberg – Uros Stojanov
Venjari: Michael Bjørn Nielsen
EB/Streymur: Kristian Joensen – Árni G. Olsen, Dánjal Godtfred, Andras Olsen, Mattias W. Joensen – Bogi Reinert Petersen, Rógvi Egilstoft – Tóki H. Johannesen, Filip Djordjevic, Jóhann Hansson Joensen – Gutti Dahl-Olsen
Venjari: Jákup Martin Joensen