Sundalagið ynskir íslendskan vinarbý

Áhugin fyri at fáa sær ein íslendskan vinarbý er stórur í Sunda kommunu. Á fundi fyrr í vikuni samtykti bygdaráðið nevniliga at fyrireika eitt samstarv við eina kommunu á eysturlandinum í Íslandi.

Hetta hendir eftir at trivnaðarnevndin hevur viðgjørt málið, og hevur sæð tað sum skilagott at taka upp samstarv við eitt øki, sum hevur líknandi fortreytir sum finnast í Sundalagnum.

Hugsað verður um eina kommunu, sum er sett saman av fleiri bygdum ella býum og hevur eitt vinnugrundarlag sum er eins við tað í Sunda kommunu.

Tilráðingin frá trivnaðarnevndini varð einmælt samtykt.