Sundalagið skal ruddast

“Í Sundalagnum ein sólskinsdag, tá komið er út á várið”. Soleiðis ljóðar ein av vøkru sangum okkara og nú verður tikið enn eitt stig til at tryggja, at tað framvegis skal verða vakurt í Sundalagnum.

Júst at tryggja, at tað framvegis verður vakurt og frítt í Sundalagnum, hevur Umhvørvisnevndin í Sunda kommunu enn einaferð sett út í kortið at hava tann árliga rudingardagin.

Á fundi í farnu viku varð avgjørt at hava ruddingardagin í ár tann 12. Mai sum er ein leygardagur.

Í hesum sambandi mælir nevndin til at kommunan letur trø til borgararnar í hesum sambandi.

Nevnast kann, at Umhvørvisnevndin á sama fundi mælti til at hava eitt fríðkanarátak. Veljast skal nú ein dómsnevnd og at kappingarnevnini verða trý í tali – urtagarðar, neyst og vinnuøki.

Á fundi í býráðnum í kvøld fer býráðið uttan iva at fylgja hesum báðum uppskotunum.