Skála er framvegis gott boð upp á heiðursmerkir og kanska fyrsta meistaraskapin nakrantíð. Leikliga avrikið í fínum líkindum sunnudagin undirstrikaði hetta. Men Skála megnaði ikki at fáa fulla úrtøku á heimavølli, og um teir framvegis skulu vera við í FM kappingini, so hava teir ikki ráð til fleiri sovornar hálvkiksarar.
Talan var um fínan fótbóltsdyst. EB/Streymur liðið var ikki komið á Skála fyri at grava seg niður og dyrgja eftir málleysum javnleiki. Heimaliðið er kent fyri at vilja spæla og ikki sparka, og tá ið báðir partar soleiðis høvdu hug og evni og felags fatan av, hvat góður fótbóltur er fyri nakað, so vóru fyritreytirnar, sum tær áttu at vera.
Teir í Sundalagnum eiga nógvar fínar og evnaríkar spælarar, og teir eru um at skapa sær fótbóltslið, sum avgjørt hevur dygdir at kappast við øll hini. Tað var sjón fyri søgn hesa ferð.
Gestirnir høvdu leingi takið. Hóast Skála ivaleyst eigur besta sentrala miðvallarparið í landinum, so stóðu teir hjá EB/Streymi hesa ferð einki aftanfyri. Saman við stríðsmanninum Knúti Vesturtún hevði Bárður Olsen størri leiklut, enn hann plagar at hava. Hvørgin teirra er kendur fyri skjótleika, men teir stóðu seg væl. Teir vunnu nógv, og teir vóru knáir í avspælinum.
Í miðvallarborðunum hevði EB/Streymur bóltsnillingar. Hans Pauli Samuelsen í vinstru var so hugflogsríkur og vandamikil, sum hann plagar at vera, og í hinum borðinum faldaði Teitur Joensen, sum ikki so ofta áður hevur fingið møguleikan ímillum teir fyrstu, seg út við dragingum og snaringum og sendingum, sum settu heimaliðnum grá hár í høvdið.
Talan var um spentar støður í báðum endum, men í fyrra hálvleiki kom einki mál. Jónhard Frederiksberg og Bogi Gregersen vóru onkra ferðina næstan framvið, og Hanus Thorleifsson, sum rættuliga hevur bitið seg fastan, hevði gott langskot, men tað var í hinum endanum, at tað stóð mest á. Sorin Anghel hevði vandamiklan stútara, Teitur Joensen slapp inn um verjuna, men sendi í føturnar á málverjanum, og tá ið Hans Pauli Samuelsen eitt sindur úr vinstru royndi at lyfta upp um málverjan, dalaði bólturin niður í nettakið.
Málið ørkymlaði
Eisini eftir steðgin legði EB/Streymur betri fyri, og tá ið tíggju minuttir vóru farnir, eydnaðist teimum at seta hol á. Skála miðverjan stóð seg sum heild væl, men í hesi støðuni sá einki serligt út. Hans Pauli Samuelsen sendi fríspark úr vinstru og mitt innfyri málið, har Sorin Anghel var púra blankur, tá ið hann stakk seg upp og stútaði bóltin inn við nærra stólpanum.
So var EB/Streymur á odda. Tað hevði gingið teimum væl, og eingin orsøk tóktist vera til at gera nakrar broytingar. Tað ætlaðu teir heldur ikki at gera, men eftir leiðslumálið mistu teir eitt sindur. Heimaliðið spenti uppaftur meiri í, men tað tóktist eisini sum um, at gestirnir høvdu hug at taka seg eitt vet aftur. Tað er í sovornum støðum, at tað vísir seg, hvør hevur royndirnar og harvið heldur høvdið kalt og tískil er við til at gera av, hvussu tað skal tørna út.
Hesar dygdirnar fáast bara við at spæla og at vera við í tættari kapping í toppstríðum. Tað hava skálamenn verið meiri, enn teir í Sundalagnum hava verið, og tað kann gott vera, at tað var ein av orsøkunum til, at tað síðsta hálva tíman koppaði heimaliðnum til fyrimunar.
Trýstið á málið aftanfyri sera sannførandi René Tórgarð øktist, og tað kendist bara at vera spurningur um tíð, áðrenn hol kom á. Tað gjørdi tað, tá ið tað restaði eitt korter. Eftir fína frísparksroynd frá Iuliani Florescu spurdust tvey hornaspørk burturúr. Bólturin ferðaðist aftur og fram í brotsteiginum, og so eydnaðist tað Pæturi Dam Jacobsen úr stuttari fjarstøðu og eitt sindur úr høgru at heilflukta í handara síðunetið.
So var spurningurin, um tað skuldi eydnast Skála at fáa týdningarmikla sigursmálið. Johan Nielsen toppaði liðið, sum teir plaga at taka til í svenskum íshockey. Arnhold Berg varð settur í álopið, Bárður Danielsen á vongverjan í høgru, og raski Pætur Dam Jacobsen varð fluttur longri fram í høgru, og Milic Curcic varð fluttur úr miðverjuni og á framrættað miðvallarpláss, har leikluturin hjá honum var at snitta langar framleggingar víðari og at fanga returbóltar.
Nenad og Pauli G. Hansen vóru meistarar fyri fleiri gjøgnumspælingum eftir miðásinum, sum endaðu við skotum á mál. Bogi Gregersen, Bjarni Jørgensen, Nenad og eisini Pætur Dam Jacobsen høvdu góðar royndir, men EB/Streyma málverjin var sannur brandur og staðfesti, hvussu alt avgerandi týdning tað hevur, at málverjin er stinnur, og tá ið Bogi Gregersen eftir sera snilt uppspæl, sum Nenad var arkitektur aftanfyri, úr fjúrtan metrum og mitt fyri sendi ímóti málinum, kitlaði bólturin tvørtræið skeivu megin.
Møguleikin fyri skjótum EB/Streyma álopum lúrdi alla tíðina, og tí hildu áskoðararnir mest sum ondini inntil sísta dómarabríksl.
Dómarin hevði lagaliga uppgávu, tí talan var um fína og reina uppgerð, og tá ið hann bríkslaði fyri síðstu ferð sást, at hóast gestirnir leingi høvdu verið væl við, so vóru tað teir, sum kendu tað soleiðis, at teir høvdu vunnið eitt stig, meðan heimamenninir høvdu kensluna av, at teir høvdu tapt tvey stig.