Sundalagið er á odda

Tað er nógv fólk og sannur steypakarmur í Gundadali, har EB/Streymur og B36 spæla steypafinalu.

Longu í 11. minutti legði EB/Streymur seg á odda 1-0, og harvið er lagt upp til rimmar undirhald. Upprunin til málið var stórt mistak í B36 verjuni. EB/Streyma verjan vann bóltin av B36, sum var í snarálopi. Sentrali miðvallarin Bárður Olsen lyfti bóltin fram eftir miðásinum, men tað tóktist sum um, at sendingin var ov long. B36 málverjin tøvdi tó ov nógv, og so lyfti Arnbjørn Hansen bóltin upp um B36 málverjan og í málið.