Felags fyri tey bæði felagsliðini – EB/Streym í Sundalagnum og Víking í Eystur kommunu – er, at tey hava verið við til at mynda toppin í ársins landskapping, og at tey nú eru komin í sovornar støður, at tey ikki sjálvi gera av, um tey skulu vinna FM. Soleiðis er tað eitt nú bæði liðini vóru partar av javnleikum.
Víkingur var fremstur eftir 3. og 5.-9 umfar. Nú er Víkingur á fjórða plássi. Tað eru átta stig fram til EB/Streym og ÍF, og harvið er møguleikin at vinna FM í veruleikanum fokin. Setningurin er at vinna triðja plássið. Rætturin at spæla í Europa næsta summar varð tryggjaður við sigrinum í steypakappingini. Finalan ímóti júst EB/Streymi var mest dramatiski fótbóltsdysturin higartil í ár.
Missa á stokkinum
EB/Streymur hevur framum allar hinar kappingarneytarnar myndað toppin í ár. Steypasigurin reyk ímóti Víkingi, og eftir 1-1 ímóti KÍ á heimavølli mistsi EB/Streymur fremsta plássið í landskappingini, sum liðið hevur átt 10. til 15. umfar og aftur 19.-23 umfar. Nú er EB/Streymur nummar tvey, og harvið er í løtuni sannlíkið størst fyri, at tað skal enda við silvurkrónum soleiðis, sum tað hevur øll árini síðani 2006, burtursæð frá í 2008, tá ið teir í Sundalagnum vunnu fyrsta og higartil einasta meistaraheitið.
– Vit mugu ásanna, at tað nú ikki er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu verða meistarar. Vit mugu fokusera á okkara avbjóðingar, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga hjá ÍF, sum hevur verið ógvuliga støðugt síðani undan summarsteðginum, staðfesti Egil á Bø, liðformaður í EB/Streymi eftir javnleikin ímóti KÍ.
Veruleikin er nú, at um tað ikki eydnast EB/Streymi at vinna í Sarpugerði, og um tað eydnast ÍF at vinna á Svangaskarði, so kunnu fuglfirðingar við sigri í Vági í næstsíðsta umfari so at siga tryggja sær FM heitið, áðrenn teir í síðsta umfari taka ímóti HB. Tí er tað stórt trýst á EB/Streymi undan vitjanini í Gøtu.
– At vit hava megnað silvurmerkini øll árini síðani 2006 og gull í 2008 eru sjálvandi góð úrslit. Men eingin ivi skal vera í, at vit fegnir vilja verða meistarar, og vit fara at gera alt, sum vit megna fyri at røkka málinum. Um tað ikki eydnast, so er tað tí, at ÍF hevur uppiborið FM heitið, staðfestir Egil á Bø.
Tølini tala fyri Víkingi
Tølini siga, at tað er strevið hjá sundalagsmonnum ímóti Víkingi. Í 2. umfari vann Víkingur heimadystin 2-1, og í 13. umfari fór Víkingur úr Streymnesi við 1-0 sigr, og so var tað steypafinalan, har tað eydnaðist Víkingi at svara aftur fleiri ferðir – í vanligu leiktíðini, í longdu leiktíðini og í brotssparkskappingini.
Í fjør vunnu liðini hvønn sín heimadyst, og í síðsta umfari var úrslitið 3-3 í Streymnesi.
Seinastu vikurnar hevur tað ikki roynst so væl hjá Víkingi:
– Hóast vit taptu á heimavølli ímóti ÍF og spældu javnt á útivølli ímóti TB, so eri eg heilt væl nøgdur við leikliga avrikið. Men tað eru málini, sum telja, og tá ið vit ikki megna at vinna úrtøku burtur úr møguleikunum og at vinna fulla úrtøku, so ber tað ikki til at vinna seg upp á toppin, ásannar Jógvan Martin Olsen.
Í báðum legunum verður sagt, at somu spælarar eru tøkir, sum síðsta vikuskifti vóru partar av javnleikunum í Trongisvági og við Margáir.
Hjá EB/Streymur er tað tó ein smeitur, at Pauli G. Hansen ikki er førur fyri at spæla alla tíðina. Ímóti KÍ varð hann settur á vøllin stutt eftir, at KÍ hevði javnað.
joannes@sosialurin.fo
Víkingur - EB/Streymur: Lars Múller
sunnudagin klokkan 14.45