Sundalagið dregur nú fólk til sín

- Eg var ikki tann heitasti, tá lagt varð saman í Sunda kommunu, men í dag er eingin ivi í mínari sál um, at hetta var tað rætta. Økið er ment á øllum økjum, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri

Sundalagið

 

Bygdirnar í Sunda kommunu eftir samanlegging 1. januar 2005 eru Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Langasandur, Haldarsvík, Tjørnuvík, Gjógv, Norðskáli, Oyrarbakki og Oyri.

Fólkatalið liggur beint niðanfyri 1600, og kommunan telist í dag millum tær, sum veksa skjótast í landinum.

Nógv sethúsabygging er í felags kommununi, og fleiri raðhús og dupulthús eru eisini bygd.

 

Stór menning

- Kommunan er ment á øllum økjum síðan samanleggingina. Eg var ikki tann heitasti fyri at leggja saman, men í dag er eingin ivi í mínari sál um, at hetta var tað rætta.

Heðin Zachariassen vísir á, at í dag er Sunda kommuna ein kommuna, sum fólk vita um og hava áhuga fyri.

- Hetta síggja vit ikki minst á teirri bygging, sum er farin fram í økinum seinastu árini.

Borgarstjórin ásannar, at nøkur viðurskifti kundu verið øðrvísi, men hann ásannar eisini, at nógv kundi verið verri, enn tað er í dag.

- Fyrr togaðust vit um somu ting í sama øki. Í dag kunnu vit raðfesta skilagóðar íløgur og verkætlanir, sum koma økinum til góðar, og við einari felags kommunu kunnu vit umgangast at gera fleiri dupultíløgur, sum hann tekur til.

 

Fjølbroytt vinna

Heðin Zachariassen fegnast um vinnulívið í Sunda kommunu, sum hann heldur er rættiliga fjølbroytt og tískil ikki so sárbart.

- Vit hava stór feløg, og vit hava smærri feløg, sum reka ymiskt vinnuligt virksemi. Vit hava eisini fiski-og útróðrarmenn í økinum.

Borgarstjórin heldur, at áður var Sundalagið eitt økið, tú bert koyrdi ígjøgnum á veg suður og norður.

- Nú er hetta eitt øki, sum dregur fólk til sín, bæði til búsetingar og vinnuligt virksemi, sigur Heðin Zachariassen.