Sundalagið brynjar seg til gullveitslu

Fyri 10. fer upp í slag í hesum kappingarárinum vann EB/Streymur á heimavøllinum við Margáir. Spurningurin er ikki longur, um føroyameistaraheitið endar í Sundalagnum – men nær tað kemur í hús

Fótbóltur

 

Í Sundalagnum fara tey nú so smátt at brynja seg til gullveitslu. EB/Streymur hevur beina kós móti føroyameistaraheitinum, og óttin fyri, at tað miseydnast aftur í ár er burtur. Spurningurin er ikki, um sundalagsmenn fáa gull – men heldur nær teir fáa tað.

Í gjár kom EB/Streymur eitt fet nærri gullkrónunum. Á heimavøllinum við Margáir vunnu teir fyri 10. fer upp í slag í hesum kappingarárinum, tá toftamenn vitjaðu.

 

Vendu aftur

Seinasta vikuskiftið vitjaðu sundalagsmenn á Sandi. Tá vendu teir einum hóttandi ósigri til sigur, og somuleiðis var myndin við Margáir í gjár. Hóast Ahmed Keita legði gestirnar úr B68 á odda, so eydnaðist tað aftur EB/Streymi at fáa fult.

Sorin Anghel javnaði eftir einum hálvum tíma. Bólturin rullaði til mann frá manni, áðrenn Bárður Olsen, sum røkti vongverjaplássið í høgru, sendi inn. Hans Pauli Samuelsen legði bóltin til rættis fyri framherjan, sum smekkaði í netið. Níggju minuttir seinni legði Hans Pauli Samuelsen sundalagsmenn á odda við frálíkum beinleiðis frísparki.

Leikliga var heimaliðið ikki sannførandi. Og tað hevur verið eitt av eyðkennunum hjá teimum bláu og svørtu úr Sundalagnum í hesum kappingarárinum. Spælið hevur als ikki verið í meistaraklassa, men tá tað næstan hvørja ferð eydnaðst at skjóta fleiri mál enn mótstøðuliðið, so kunnu áskoðararnir ikki verða ónøgdir. Soleiðis er eisini í ár.

 

B68 nær bjargingini

B68 hevði veruliga fingið vind í seglini seinastu vikurnar. Liðið lyfti seg úr botninum, og toftamenn eru, hóast ósigurin í gjár, ikki í trupulleikum í løtuni. Nú liðini undir B68 á stigatalvuni taptu í gjár komu toftamenn heldur eitt fet nærri bjargingini.

Tá Ahmed Keita eftir 18 minuttum sendi høvdið á eitt innlegg úr vinstru, og legði gestirnir á odda, var tað somuleiðis hansara triðja mál í hesum kappingarárinum. Tað er sjálvandi ikki nóg mikið, serliga tá hugsa verður um, at hann heldur sera evnaríka Jóan Símun Edmundsson á beinkinum. Tað skal tó sláast fast, at ungi framherjin ætlandi skuldi byrja í gjár, men bleiv skaddur undir upphitingini. Tilgongdin av Brian Andresen í summarsteðginum hevur bøtt um tað leikliga hjá toftamonnum, og danin hevur roynst væl sum bindilið millum miðvøll og álop.

B68 royndi av øllum alvi at trýsta seinastu løtuna í gjár. Tað var eisini nær við, at gestirnir fingu útjavnandi málið, men heimaliðið stóð ímóti.

 

Gull til EB/Streym

Tann 25. oktober fer EB/Streymur at taka ímóti gullheiðursmerkjum og steypinum. Tá vitjar HB í seinasta leikumfari við Margáir. Sundalagið kann nú so smátt byrja at fyrireika gullveitsluna, tí nú kann ikki ganga galið. 10 stig eru til NSÍ, sum er á øðrum plássi, og 18 stig eru eftir at spæla um. Tað kann snøgt sagt ikki bera til, at tað verður annar føroyameistari.

Tí fer Sigfríður Clementsen aftur at skriva føroyska fótbóltssøgu. Dugnaligi venjarin, sum hóast sín unga aldur hevur roynt eitt sindur av hvørjum, vann, sum tann fyrsti, eitt føroyskt felag víðari í altjóða kapping. Nú vinnur hann, eisini sum tann fyrsti, eitt føroyameistaraheitið til EB/Streym.

 

Myndatxt

Mynd: Sofus D. Johannesen