Sundalagið annað beinið í finaluni

Tað er gott lag á teimum í EB/Streyma leguni. Tey eru á veg til hús, eftir at hava verið á Skála og spælt fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.

EB/Streymur vann 2-0, eftir at Skála í 1. hálvleiki leikliga hevði verið omaná.

Sjey minuttir eftir steðgin skoraði Ronnie Samuelsen eftir hornaspark og nýtt innlegg frá Hans Paula Samuelsen, og tjúgu minuttir undan leikloki økti Hanus Eliasen um leiðsluna til 2-0, eftir at John Heri Dam hevði lagt fríspark innfyri.

Stutt fyri leiklok varð høgri vongverjin hjá Skála, Teitur R. Joensen, vístur av vøllinum, eftir at hann fyri aðru ferð hevði sæð gula kortið og harvið sá reytt.

Seinna hálvfinalan verður í Streymnesi mikudagin 11. juli, og finalan verður í Gundadali mikudagin 15. august.