Sundakórið kom fyri nøkrum árum síðani sum eitt frískt lot inn í kórheimin í Føroyum Áðrenn tað misti luftina fyri tveimum árum síðan, vóru tey nógv frammi. Ikki bara í lokalumráðnum, men tey vóru somuleiðis at síggja í sjónvarpinum. Eisini vóru tey kongaligir hofleverandørar, tá tey sungu við Gjógv.
Mong hava saknað kórið, og sangarar hava gingið og spurt, hvussu verður? og sagt seg at vera til reiðar. Ikki at gloyma tann sosiala partin, sum eisini saknur hevur verið í.
Sunda kommuna er sera spjødd við nógvum bygdum, so kórið virkar ivaleyst eisini sum ein samansjóðing í bygdunum.
Kórleiðarin er Hans Oliver Højgård Joensen. Leiðarin og nevndin vónaðu, at nógv komu við aftur henda túrin. So varð, og eisini komu nýggir sangarar.
Byrjað verður uppá sjálva skránna til jólar nú mánakvøldið.
Á skránni er vanligt at hava nýggjari verk og løg við, og hetta er eisini á skrá framyvir. Fyrst leggja tey eina vanliga jólaskrá við onkrum serstøkum verki við síðuna av.
Møtt verður við Felagsskúlanum á Oyrabakka í barnaskúlanum mánakvøldið kl. 18.45, og tað er bara at hava tað góða lagið við.









