Komandi mánakvøld kl. 20 hevur Sundakórið konsert í Hvalvíkar kirkju Hesa tíðina fram ímóti jólum er vanligt við konsertum av ymiskum slagi.
Serliga kórini spenna seg út og vísa, hvat tey kunnu, og sangurin verður væl mótikin kring um í landinum.
Mánakvøldið var Sundakórið norðuri í Tjørnuvík og hevði konsert í Kirkjuni. Uttanfyri hoyrdist havaldan og brimið henda vakra aftan í stillum kavaveðri.
Frammi í kór stóðu tey í Sundakórinum og sungu føroyskar og útlendskar jólasangir. Teir góðu gomlu og nakrar,sum ikki eru so nógv at hoyra. Eisini var ein føðingardags heiður til Knút Olsen á skránni, Um veturnætur hjá P.J. Sigvardsen. Lag og satsur av Knút Olsen.
Felagssangur og deknar vóru við, sum vanligt er og so segði
Asbjørn Djurhuus nøkur væl vald orð um styrki tónleiksins hesa tíðina. Hann prísaði sangi føroyinga og takkaði kórinum fyri sangin og vísti á, hvussu gott tað er at hava eitt kór í nærumhvørvinum, og at eldsálir halda á. Fólk søgdu seg hava havt eina góða løtu hetta vetrarkvøld í Tjørnuvík.
Aftaná konsertina fóru øll í bygdarhúsið og høvdu eina hugnaliga løtu saman.
Um tú ikki kundi vera við, ella tú helt, at veðrið ikki var til vildar,
so hevur tú møguleikan aftur mánakvøldið 13. desember í Hvalvík.









