Nú er slaktið av hjá teimum flestu, og oktober er hálvur, er betri stundir at byrja aftur við øðrum.
Sundakórið, sum var stovnað í 2003, byrjar at venja aftur mánadagin tann 22. oktober klokkan 18.45 í Norðskála- og Oyrar skúla
Kórið er í dag eitt blandað kór við umleið 25 sangarum, og er Hans Olivur Joensen kórleiðari.
Sundakórið bjóðar til fjølbroytta sangskrá. Tey venja bæði føroyskar og útlendskar sangir og smærri verk, sum kórið framførir á konsertum móti jólum og til várs.
Tey vilja fegin hava nøkur fólk afturat í kórið, sum næsta ár fyllir 10 ár.









