Flakatrolarin »Sundaberg« hjá JFK Trol í Klaksvík er nú seldur av landinum. Skipið er selt einum felag í Kamchatka í Ruslandi, sum skal nýta tað til at fiska Alaska Pollock í Berings- og Okhotskhavinum í fjarðeystur Ruslandi
Áðrenn farið verður til fiskskap, gongur leiðin til Suður-Korea, har ymiskar broytingar verða gjørdar við skipið.
Frystiorkan verður eitt nú økt, og verksmiðan broytt.
Túrurin til Suður Korea tekur einar 50 dagar. Skipið fer eftir ætlan til fiskiskap í novembur 2009.
Tað er skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum, sum skipaði fyri sølini.