Sundaberg landað 150 tons av flaki

Flakatrolarin hjá JFK Trol, Sundaberg, hevur í vikuni landað 150 tons av flaki á Kósini í Klaksvík. Harafturat hevði hann eisini nakað av flatfiski.

Sundaberg fór til fiskiskap 18. november og fiskaði í ein lítlan mánað. Hann hevur verið í russiskum øki í Barentshavinum. 32 fólk vóru við hendan túrin.

Sundaberg fer aftur til fiskiskap í Barentshavinum millum jóla og nýggjárs.