Ólavur í Beiti
Fiskiskapurin hjá flakatrolarunum í russiskum sjógvi hevur ikki verið nakað at reypa. »Vesturvón« sum fór nýggjan túr fyri góðum tveimum vikum síðani og sum fór í russiskan sjógv eftir at hava verið inni í Noregi eftir útgerð, hevði ikki fingið nógv hesa vikuna roynt hevur verið.
»Sundaberg« siglir heim nú og verður inni í morgin við fullari flakalast, góðum 430 tonsum, og »Skálaberg« restar eini 70-80 tons í fulla last. »Enniberg« sum hevur verið í Grimsby við góðum 600 tonsum av flaki verður helst klárur at fara nýggjan túr fríggjadagin í vikuni. Hann fer eisini í russiskan sjógv, har flakatrolararnir hava nakað av kvotu eftir.
Hending á víðum havi
Beint áðrenn »Sundaberg« fór at sigla skuldi postur skipast yvir til »Skálaberg«, men tað gekst ikki sum tað vanliga plagar at ganga. Tá »Skálaberg« skuldi seta gummibát ella speedbátin út, slitnaði endin á bátinum við manni í, sum kom nakað til skaða.
Maðurin varð fluttur beinanvegin á sjúkrahús og liggur nú á sjúkrahúsi í Føroyum, men uttan nakran vanda. Skiparin á »Skálaberg« kom eisini heim við, men tað hevur ikki eydnast blaðnum at fingið orð á hann til eina nærri lýsing av hendingini á víðum havi, sum kundi kostað manninum lív, verður sagt.
Prísurin
Annars skilst á teimum sum selja flak, at prísurin er framvegis góður og liggur um einar 35 kr. kilo.
Pundið er nakað fallið, men tað hevur ikki havt nakra tíðarvenda ávirkan á prísin enn.