Sundaberg í býraðshøllini í Klaksvík

Forvitnislig bók um, tá Sundaberg sakk í 1972, verður løgd fram í býraðshøllini í Klaksvík sunnudagin - í morgin - klokkan 16.30.

Forvitnislig bók um, tá Sundaberg sakk í 1972, verður løgd fram í býraðshøllini í Klaksvík sunnudagin - í morgin - klokkan 16.30.

 

Tað er Birgir Waag Høgnesen, sum hevur skrivað bókina, ið umrøður hendingina, tá Sundaberg sakk 1972. Í bókini fylgir hann trolaranum heilt frá byggjing, til hann sakk.

 

Birgir er føddur í Klaksvík í 1960. Rithøvundurin hevur sjálvur verið við trolara sum ungur, og seinni var hann í heilt nógv nógv ár tryggingarmaður.

 

Í dag starvast Birgir sum marknaðarleiðari í Miðlahúsinum og  hevur seinasta árið eisini skrivað nýggju bókina.  

 

Í bókini, sum er um 250 síður, fylgir rithøvundurin skipinum frá tí tað fór av bakkastokkið í Noreg, til tað søkkur í Ný Foundlandi í 1972.

 

Trolarin kom til Føroya í 1955. Tá vóru tað vestmenningar sum keyptu skipið úr Noreg og góðu trolaranum navnið Jóannes Fonsdal.  

 

Fylgt verður við, tá veastmenningar hava trolaran, og samrøður eru við nógvar sum vóru við Jóannes Fonsdal, og greitt er eisini frá, tá vestmenningar missa Fonsdal.

 

Seinasti partur í bókini er, tá Kjølbro keypir trolaran eins og nógvar samrøður eru við menn, sum vóru við sjálvan lagnutúrin, tá Sundaberg sakk í 1972.

 

Sum sagt, verður bókin løgd fram sunnudagin - í morgin klokkan 16.30 í býraðshøllini í Klaksvík.