Sundaberg góð 200 tons av svartkalva

Sundaberg, sum fiskar undir týskum flaggi, fer nú niður til Cuxhaven við veiðini. Síðan fara teir í Norðsjógvin og síðan væntandi upp í Barentshavið at royna

Fiskivinna

Sundaberg er júst komin aftur undan Eysturgrønlandi.
Í lastini hava teir stívliga 200 tons av skráskornum svartkalva ? Japan-skorin, sum tað verður rópt.
Skipið, sum liggur á Klaksvík, er bert komið higar at gera eitt hvørt, áðrenn loyst verður aftur og farið verður niður til Cuxhaven við veiðini.

Norðsjógvurin
og Barentshavið

Sundaberg fiskar undir týskum flaggi. Hendan túrin undir Eysturgrønlandi vóru 18 mans við skipinum, teir flestu føroyingar.
Hanus Hansen, reiðari hjá JFK-Troli, sigur, at skipið ætlandi fer í Norðsjógvin at royna, tá ið veiðan er løgd upp í Týsklandi, og nú verða einir 30 mans við skipinum, tí teir hendan túrin fara at virka flak umborð.
- Eg vænti, at Sundaberg fer aftur í Barentshavið, tá ið teir hava verið í Norðsjónum, og fyribils verður skipið verandi undir týskum flaggi, sigur hann.

Einki serligt

Spurdur, hvussu túrurin undir Eysturgrønlandi fer at roynast, tá ið selt er, sigur reiðarin:
- Nei, hesin túrurin var ikki nakað serligur. Teir hava verið burtur í einar seks vikur, og tá eru stívliga 200 tons av svartkalva ikki nakað serligt, sigur Hanus Hansen.