Sundaberg roynir í løtuni á Røstbankanum við Lofoten, Teir hava 700 tons inni og fara at royna nakað afturat. Fiskiskapurin er hampuligur, teir hava fingið eini 10 tons um dagin seinastu dagarnar. Sundaberg fór avstað beint fyri nýggjár. Trolarin eigur dupulta kvotu og hevur tí munandi rúmari fiskiræsur enn eitt nú Vesturvón og Enniberg í Barentshavinum. Hetta kemst av at Sundaberg eisini hevur kvotuna hjá Skálaberg, sum er leigaður til Grønlands