Sundabáturin vann á Stráluni

Einasti kappróðrarsigurin, sum seinnapartin fór úr Fuglafirði og í Norðoyatunnilin, var tann hjá 6-mannafarinum Sundabátinum.

Strálan av Strondum legði bragdliga fyri, og eina løtu vóru strandingar fremstir.

Sundabáturin og Tvørabáturin bjóðaðu seg skjótt fram, og Sundabáturin var drúgvastur.

Men munurin millum teir úr Hvannasundi og Norðdepli og aftur til Stráluna var ikki stórur, og á málinum var Strálan minni enn hálva bátslongd aftanfyri Sundabátin.

Tvørabáturin, sum fyri viku síðani var fyri tí vónbroti ikki at vinna í heimasjógvi, endaði hesa ferð á triðja plássi eina bátslongd aftanfyri Stráluna.

 

Varmakelda 2007 - 6 mannafør menn

1 Sundabáturin 07:22.16

2 Strálan 07:23.24

3 Tvørabáturin 07:26.08 1G

4 Jarnbardur 07:31.07

5 Lómur 07:38.18

6 Riddarin 07:39.03

7 Rádni 07:46.08

8 Kollfirðingur 08:30.23 1G

 

Støðan í FM - 6 mannafør menn

Nummar Bátur Stig Gul kort Reyð kort

1 Sundabáturin 26 1G

2 Tvørabáturin 20 1G

3 Strálan 18

4 Jarnbardur 11

5 Lómur 5

6 Sølmundur 5

7 Riddarin 3

8 Smyril 0

9 Rádni 0

10 Kollfirðingur 0 1G

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Kollfirðingur

2 Riddarin

3 Jarnbardur

4 Strálan

5 Sundabáturin

6 Tvørabáturin

7 Lómur

8 Rádni