Sundabáturin átti besta spurtin

Í øgiligum endaspurti kneykaði Sundabáturin Hvessingi, og harvið er púra javnt í FM stríðnum

Tað var størri dramatikkur, enn tað hevur verið í nøkrum róðri fyrr í dag, tá ið 6-mannaførini við monnum fóru skúmandi fram ímóti málinum í Fuglafirði.

Sundabáturin leyp avstað, men Hvessingur fylgdi væl við og var fremstur, tá ið teinurin var hálvrógvin. Tá var ein bátslongd aftur til Hósvíking, og síðani snúði kappingin um sigurin seg bara um veldugu toganina millum teir í Norðdepli og Hvannasundi ímóti teimum í Hvalvík og Steymnesi.

 

Hvessingur hevði fyri tað mesta stavnin undan, hóast tað ikki var at tosa um nakran mun. Í endaspurtinum leið tað fyrst eitt sindur betri eftir hjá Hvessingi, men so svaraði Sundabáturin aftur. Tá var hann ein hálvan skut aftanfyri, og tað vóru ikki fleiri enn tredivu metrar á mál.

Tøkini hjá Su8undabátinum mundaðu betri, tað varð tættari og tættari, og í triðisíðsta ella næstsíðsta takinum megnaði Sundabáturin at stinga stavnin framum Hvessing.

 

Nú hava Hvessingur og Sundabáturin vunnið tveir róðrar í part, og harvið er tað púra opið í kappingini um FM millum 6-mannaførini við monnum.

 

6-mannafør menn

1 Sundabáturin 04.54.26

2 Hvessingur 04.54.42

3 Hósvíkingur 05.02.16

4 Fortuna 05.04.31

5 Jarnbardur 05.09.38

6 Lómur 05.12.16

 

FM støðan

1 Sundabáturin 26

2 Hvessingur 26

3 Hósvíkingur 19

4 Lómur 13