Sundabáturin í knúsi

Illveðrið í gjárkvøldið kom illa við hjá róðrarfelagnum í Hvannasundi Nýggi Sundabáturin, gamla Ritan og Norðingur hava staði í neystinum í Hvannasundi. Í storminum í gjárkvøldið brotnaði neystið. Vindurin hevur tikið tekjuna omanav og ein veggur er dottin niður.

Úrslitið av hesum er, at nýggi Sundabáturin er brotin og liggur við einum stórum betong klossa innanborðs, illa farin. Í verandi løtu hongur báturin út av síðuni á húsinum. Somuleiðis eru gamla Ritan og Norðingur oyðuløgd. Óvist er, um nakar bátur kann gerast aftur.

Hava lesarar kring landið myndir frá illveðrinum, taka vit fegin ímóti hesum til bæði portalin og Sosialin.

SENDIÐ MYNDIR VIÐ AT TRÝSTA HER!!!