Sunda sløkkilið: Fólk mugu vera fyrireikað

- Her er ikki so nógvur vindur í dag, men tað mest umráðandi er, at fólk eru fyrireikað, sigur Mikkjal Hansen, leiðari á sløkkiliðstænastuni.

Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu vindurin rakar tey ymisku støðini í landinum. Í dag er ódnin ikki so skaðilig fyri tey í Sunda kommunu, tí ættin er góð og higartil hava ongir skaðar verið.

 

Sløkkiliðið í Sunda kommunu er fyrireikað, um nakað skuldi hent.

 

- Vit hava eisini verið runt og hugt eftir, um ting liggja og sløðast uttanfyri hús og annað, og roynt at fyribyrgt sum mest, sigur Mikkjal Hansen.

 

Tað er jú oftast gjøgnum fyrireiking, at vit eru best ílatin til at taka ímóti tí, sum kemur. Mikkjal Hansen hevur verið sløkkiliðsmaður í 15-16 ár og hann veit, at fyribyrging er tað besta.

 

- Vit heita á fólk, um at taka alt inn, sum liggur uttanfyri. So skuldi einki alvorligt hent her hjá okkum, sum ættin sær út nú, sigur Mikkjal Hansen.