Sunda kommuna við nýggjum talgildum korti

Á kortinum sæst býarplanurin fyri allar bygdir í Sunda kommunu

Tekniska umsiting hjá Sunda kommunu hevur í eina tíð arbeitt við at fáa býarplanin lagdan inn á eitt talgilt kort. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og nú er talgilda kortið tøkt á netinum.

 

Á kortinum sæst býarplanurin fyri allar bygdir í Sunda kommunu umframt yvirlit yvir hvør eigur hegnskyldu. Har ber til at krossa av, hvat mann ynskir at síggja, og so kemur tað ynskta fram á kortinum - eitt nú veganøvn, hæddarlinja, bygningar og byggisamtykt. Ætlanin er, at fleiri tænastur sum frá líður koma at liggja á hesi síðu, sambært kommununi.

 

Býarplanurin sæst á sunda.kort.fo.