Sunda kommuna skal mennast

Á samkomu í gjárkvøldið varð álitið “Mál og menning í Sunda kommunu” handað borgarstjóranum.

Á eini samkomu í bygdahúsinum í Hósvík í gjárkvøldið handaði Magni Laksafoss vegna ein arbeiðsbólk Heðini Zachariasen, borgarstjóra, álitið “Mál og menning í Sunda kommunu”.

 

Tað var tíðliga í fjør, at býráðið samtykti at seta ein uttanhýsis menningarbólk fyri at fáa tilmæli til kommununa um ymisk viðurskifti við framburði og vøkstri fyri eyga.

Avgjørt varð at seta fimm limir við fjøltáttaðum førleikum í menningarbólkin, ið tilsamans vóru mettir at geva eitt gott grundarlag undir viðgerð av teimum spurningum, sum settir vórðu menningarbólkinum.
 

Tey, sum vórðu biðin um at gerast limir í menningarbólkinum, vóru Magni Laksafoss, Jacoba Kruse, Esther Dahl, Sámal Matras Kristiansen, Gunnbjørn Joensen og Hans Andreas Dam Joensen sum skrivari.

- Fleiri orsøkir vóru til, at kommunan tók hetta stigið. Eitt nú varð nevnt, at síðan samanleggingina í 2005 hevur stevnumiðið verið, at bygdirnar í Sundalagnum skulu brúka sínar møguleikar og sína orku í felag og á henda hátt vera førar fyri skapa størri vøkstur í økinum.

 

Sunda kommuna sigur, at aftrat hesum varð hildið, at tíðin nú er komin at leita sær ráð hjá kønum fólki at skapa nýggjan vøkstur og tilflyting í økinum, so tað gerst áhugavert at liva og virka í.

Á samkomuni í gjárkvøldið staðfesti borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, at álitið hevur nógv áhugaverd tilmæli, sum býráðið fer at viðgera komandi tíðina, so tey kunnu takast við í langtíðar ætlanirnar hjá kommununi.

- Ein bóklingur er gjørdur, sum samanfatar niðurstøðurnar í menningarálitinum, og hann verður borin í hvørt hús í kommununi í morgin.

 

Sunda kommuna sigur, at ætlanin er, at borgararnir skulu takast upp á ráð í víðari tilgongdini, bæði umvegis heimasíðuna og við ymsum tiltøkum.