Sunda kommuna keypir bygning á havnarlagnum í Hvalvík

Áway og Sunda kommuna hava undirskrivað keypsavtalu um bygning á havnarlagnum í Hvalvík. Talan er um bygningin, sum bilverkstaðið hjá Áway hevur hildið til í seinastu árini.

Sámal Jákup Joensen og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu

Í fleiri ár hevur tørvur verið á betri umstøðum til ognar- og veitingareindirnar í Sunda kommunu, og leitað hevur verið eftir hølum til endamálið.

 

Fyrr í ár vendi stjórin í Áway sær til kommununa og greiddi frá, at tey høvdu ætlanir um at gevast við virkseminum í Hvalvík fyri at miðsavna alt sítt virksemi í Norðragøtu. Í hesum sambandi varð spurt, um kommunan var áhugað í at keypa bygningin á havnarlagnum í Hvalvík. Hetta førdi til at Sunda kommuna og Áway í dag hava undirskrivað keypsavtalu.

 

– Sunda kommuna harmast um, at virksemið flytur úr økinum, men fegnast samstundis um at kommunan við keypinum fær loyst ein hølistrupuleika og tryggjað tørvin hjá ognar- og veitingareindunum fleiri ár framyvir, sigur kommunan á heimasíðu síni.

 

– Tá avtalan varð undirskrivað ynskti stjórin í Áway, Sámal Jákup Joensen, at takka Sunda kommunu, og kundunum í Sundalagnum fyri tíðina Áway hevur virkað í økinum.

 

Sámal Jákup Joensen og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu