Ruskplássini í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík og á Oyrarbakka verða nú savnað saman í eitt nýtt, felags umhvørvispláss norðanvert brúnna Streymoyarmegin
Við heitinum umhvørvispláss vil kommunan leggja dent á, at ruskið verður skilt meira enn higartil, so umhvørvið kann verjast so væl, sum til ber, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Umhvørvisplássið fer at taka ímóti øllum burturkasti frá húsarhaldunum, antin tað er jarn og metall, papp, burturkast úr urtagarðinum, vanligt húsarhaldsrusk, gomul máling, olja, akkumulatorar ella annað serliga dálkandi burturkast.
Umhvørvisplássið, ið væntandi verður tikið í nýtslu í oktobur mánaði, fer at hava opið fleiri dagar enn verandi bingjupláss.
Bygdirnar Tjørnuvík og við Gjógv varðveita síni ruskpláss.