Sunda kommuna fer at gera íløgur fyri 46,6 miljónir

Sunda kommuna er væl fyri fíggjarliga, og skuldin hjá kommununi í dag er umleið ein fjórðing av einari álíkning.

Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykti einmælt fíggjarætlanina fyri 2024.

 

- Við 1. viðgerð hin 30. oktokber samtykti býráðið einmælt at lækka kommunuskattin við 0,55% stigum - úr 21,5% og niður í 20,95%.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at býráðið eisini hevur samtykt íløgur fyri 2024 á 46,6 miljónir krónur, og íløgurnar fevna víða um í kommununi.

 

- Størsta íløgan er til útstykkingar, har útstykking við 27 grundstykkjum á Oyrarbakka er farin í gongd, samstundis sum gongd er sett á afturtøku av grundstykkjum í allari kommununi.

 

Onnur arbeiði og verkætlanir, sum eru raðfestar í Sunda kommunu fyri 2024 eru hesar:

 

* Brúgv um Stórá millum Hvalvík og Streymnes

* Økt viðlíkahald av kommunalum vegum

* Vatnveiting í Hósvík

* Spillvatnsskipan í Tjørnuvík og Saksun

* Vetrarfriðing í Haldórsvík og Langasandi

* Grøna orkuskiftið, upphiting og løðistøðir

* Kirkjugarðar við Norðskála og í Hósvík

* Skúlin á Langasandi

* Trivnaðarøkið, stuðul til ítrótt og ljósseting

* Vinnuøkið í Hvalvík, Ferðavinna og almenn wc

* Umvæling av Mørkini í Streymnesi

 

* Náttúrulundina við Streymin og viðarlundina í Hvalvík

 

* Umframt annað viðlíkahaldsarbeiði á kommunalar bygningar og ítróttarøkið.

- Kommunan er væl fyri fíggjarliga, og skuldin er í dag umleið eina fjórðings álíkning. Við nevndu íløgum verður roknað við, at skuldin verður knappliga hálva álíkning, siga tey í Sunda kommunu í dag.