Sunda kommuna blómar

Higartil í ár eru skattainntøkurnar vaksnar við yvir einari millión.

Stóri fólkavøksturin og lága arbeiðsloysið sæst týðiliga aftur í Sunda kommunu. Fólkatalið í Sunda kommunu seinasta árið er tað hægsta nakrantíð og nú persónsskatturin fyri februar er komin sæst, at í ár er hann 18,22% hægri enn í fjør, 4.981.363 kr í mun til 4.213.519 kr í februar 2015.

Higartil í ár er skattainntøka í økt úr 7.856.766 kr til 9.134.211 kr, ein vøkstur á 16,26% ella 1.277.445 kr fyrstu tveir mánaðirnar í