Judo - Tíðindaskriv
Í ár eru liðin 20 ár síðani Sunda Judofelag varð sett á stovn, og í
hesum sambandi skipar felagið fyri steypakappingum.
Fyrr í ár varð einstaklingakapping, har vinnararnir fingu steyp til ognar. Vinnararnir í hesi kappingini vóru hesir:Standandi frá vinstru: Heini Niclasen (steyp frá P/F Gjáarsmolt), Hjalmar Johannesen (steyp frá P/F Fiskavirking), Teitur R. Joensen (steyp frá Føroya Sparikassa) og Rólant Waag Dam (steyp frá Málarameistarunum Falkenberg). Húkandi frá vinstru: Bjørn Bjarnasson (steyp frá Formgevin Hans David Dam), Sigurdbjørn Mørkøre (steyp frá P/F Stanley) og Jordan Andreasen (steyp frá P/F Thor).
Sunnudagin varð seinni parturin av kappingini avgreiddur, tá menn, unglingar og dreingir dystaðust á Felagsskúlanum á Oyrarbakka.










